Konsert við Adrenaline og Páll Brim

Ja, nú nærkast Norðoyastevnan, og sjálvandi skulu vit gera okkurt burturúr tí:)

Vit hava fingið Adrenaline, sum beint nú eru við at leggja seinastu hond á nýggj løg, og sum í næstum fer undir at gera sítt fyrsta videolag, og Páll Brim, sum júst nú hevur givið eitt nýtt staklag út, at koma at spæla nøkur løg fríggjakvøldið 27. mai kl. 21.30

Vit eru mega spent at hoyra bæði Adrenaline og Páll Brim og vóna at síggja nógv fólk

Konsertin er ókeypis og øll eru vælkomin - ung sum eldri.

Um tú hevur hug at stuðla videolagnum hjá Adrenaline, so kanst tú gera tað við at keypa eina av nýggju Limited Edition Adrenaline t-shirtunum fyri einans 150,- kr. Til ber eisini at stuðla á annan hátt, men mest umráðandi er, at um tú hevur hug at koma, so kom endiliga og tak fegin onkran við:)

Møguleiki er eisini at vinna eina Adrenaline tshirt. Tað einasta tú skalt gera er at fara inn á instagrambrúkaran adrenaline_official1 á instagram, og gera tað sum stendur har:)

Vit koyra uppá eitt adrenaline rush og vóna, at tú eisini fert at gera tað:)

Síggjast á Norðoyastevnu í Dávavirkinum

Byrjar:
27.05.2022 - KL. 21:30
Endar:
27.05.2022 - KL. 23:59

Komandi tiltøk

06 mai
2026
Køksdagur - børn
Hvønn týsdag eru vit í køkinum. Tað kann vera, at vit baka okkurt, kóka okkurt, gera okkurt lekkurt vatn ella okkurt heilt annað, men ætlanin er í øllum førum at brúka dagin í køkinum
06 mai
2026
Húsfundur fyri børn
Hvønn mikudag hava vit húsfund. Tað er tá vit kunna um ymisku tiltøkini, sum eru á skrá og kanska taka onkur praktisk ting upp. Tað er eisini á húsfundinum at børnini hava eitt upplagt høvið at fáa ávirkan á, hvat vit gera í Húsinum. Tey kunnu koma við hugskotum, ynskja sær okkurt til Húsið ella kan…
06 mai
2026
Kom og baka pannikøkur - ung
Vit skulu nokk hava deiggjið klárt, so kom tú oman í Húsið og baka tær eina pannikøku:)